Halló! Les alt um okkum...

Tiger er farið! Vit hava broytt navn okkara til Flying Tiger Copenhagen yvir allan heim, og hava vit givið búmerki okkara eina uppfrískandi dagføring. Stúr tó ongum fyri – Innast inni eru vit tað sama skemtiliga Tiger, ið vit altíð hava verið. Handlar okkara eru á tremur við løgnum donskum sniði og skiftandi vøruúrvali av stuttligum og prísvinarligum vørum. Og vit eru framvegis spent, til tá tú kemur at vitja okkum.


Vit ynskja at geva tær íblástur

Vit halda, at sambond og upplivingar eru tað, ið gera menniskju glað. Tí ynskja vit, at okkara handlar og vørur geva tær íblástur til at royna okkurt nýtt, vera skapandi og at hava tað stuttligt við familju og vinum tínum. Ella, sum okkara stovnari, Lennart Lajboschitz, sigur tað: “Vit ynskja at vera ein katalysatorur. Vit ynskja, at tú útlivir tínir dreymar, so lív títt er tað, ið tú ynskir tað skal vera.”


Vørur, ið tú ongantíð visti vóru til

Í handlum okkara finnur tú vørur, ið tú hevur tørv á, vørur, tú hevur droymt um og vørur, ið tú ongantíð visti vóru til. Vørur til títt heim, títt kontór, tínar veitslur, tíni børn, tín køk, o.s.fr.

Vørurnar eru stílfullar og litríkar, praktiskar og originalar, og flestu hava ein danskan smakk og ein feril av skemti við sær. Summi fólk siga, at tað er smansetingin av modernaðum, funktionellum donskum sniði og hóskandi príslegu, ið gera okkum til nakað serligt.


Vit geva atgongd til danskt snið

Á okkara innovatións- og sniðgevingsdeild í Keypmannahavn spæla vit við hugskot, hugtøk og sniðgeva okkara løgnu vørur. Ikki eru tit eina, ið dáma vørurnar: Í 2015 vann okkara “Tea Bird” tekanna heiðuslønurnar: “iF Design Award” og “Good Design Award”. Í januar 2016 vann okkara vatnfløska “Hi Haj” heiðurslønina: “iF Design Award”, og í juni 2016 vann okkara stáplandi røð av kannum og íløtum, “Fold”, heiðurslønina “Red Dot Award”.


Lat eyguni upp fyri listini

Vit ynskja at geva tær atongd til list, ið stimbrar hugflog títt. Tí samstarva vit við kendar altjóða listamenn og –kvinnur. Um várið í 2016 vóru vit í samstarv við japonsku listakvinnuni Misaki Kawai, har vit framleiddu eina røð av ørum, litríkum vørum – og tíðliga í heyst komu vørurnar frá heimskenda bretska listamanninum David Shrigley á hylluna.


Frá Zebra til Tiger

Stovnari okkara, Lennart Lajboschitz, opnaði hansara fyrsta familjuvirksemis handil í 1995 í einum hørðum grannalagi í Keypmannahavn. Hann seldi avlops vørur, og alt kostaði 10 krónur. Hesin fyrsti handilin æt Zebra, men tá Lennart opnaði sín næsta handil segði dóttir hansara, ið var átta ára gomul: “Vit hava eina sebra, so nú kunnu vit fáa ein tikara eisini”. Navnið bleiv tá broytt til Tiger. Á donskum úttalast Tiger “tee’yuh’”, sum bæði merkir tikari og ein 10 króna.


Meir enn 600 handlar

Í 2000 vóru meir enn 38 Tiger handlar opnaðir í Danmark. Í 2001 opnaði fyrsti útlendski handilin í Reykjavík, Íslandi og í 2010 hevði Tiger 100 handlar í 10 londum. Í 2015 høvdu Tiger handlar tænt meir enn 80 milliónum kundum tvørtur um Evropa, Amerika og Japan, og í dag hava vit meir enn 600 handlar í 29 londum.


Flying Tiger Copenhagen

Í gjøgnum árini hevur fokusið skift yvir frá at vera bíligt til serstakt, frá vanligum vørum til vørur, ið vit sjálvi sniðgeva. Í dag sniðgeva vit í Keypmannahavn áleið helvtina av øllum, ið tú finnur á okkara hyllum. Okkara nýggja navn – Flying Tiger Copenhagen – og okkara nýggja búmerki varpar aftur á skiftið.

Allir okkara nýggju handlar fara at hava eitt Flying Tiger Copenhagen skelti á frá fyrsta degi. Og skjótt vera núverandi Tiger, TGR og Flying Tiger handlar sameindir í Flying Tiger Copenhagen familjuna.