Kom við okkum! 

Eftirsum at vit eru farin í holtur við eina framsøkna útbyggingarætlan, hava vit ein áhaldandi tørv á nýggjum starvsfólki. Vit hava verið heppin við toyminum, ið vit hava sett saman inntil víðari, men vit leita framvegis eftir starvsfólkum við ymsum royndum — leiðarastørv eru tøk og so søkja vit eisini fólk til at arbeiða við avgreiðslu. 

Vit leita eftir starvsfólki, ið eru eldhugaði og brenna fyri smásølu. Framsøkni og vanligt skynsemi, saman við kreativari tankagongd og endaleysum ágrýtni, eru dygdir, ið vit leggja dent á. 

Flying Tiger bjóðar tær eitt stuttligt og lønandi arbeiðsumhvørvi. Vit hava ein norðurlendskan leiðsluhátt, har hugburðurin er bæði avslappaður og professionellur. Nógv orka er løgd í at venja, vegleiða og menna okkara toymir. Um tú ert úti eftir einari nýggjari avbjóðing, í einari fyritøku sum hugsar frammeftir, so hygg enduliga eftir tøku størvunum hjá okkum.